Forsíða

INDIVIDUELT SNIÐ

Hvørt projekt er sniðgivi eftir tykkara serstøku ynskjum, tørvi og staðsetan.

TEKNISTOVAN

Havard Olsen Architecture er ein teknistova, stovnað í Keypmannahavn – 2016, og starvast í løtuni við arkitekt projektum í bæði Danmark og Føroyum.

Arkitekt Hávarður Olsen er upprunaliga frá Føroyum og býr í Danmark. Blandingin av Føroysku náttúrini, hvar ið hvørt byggjarí skal laga seg eftir umsøðum og tí Donsku Internationala designtraditión, hvar ið einkulta og minimalistiska úttrykkið er ráðandi, hevur viðført ein serligan arkitektoniskan stíl.

Teknistovan veitir ráðgeving innan alt arkitektur virksemi, og altíð laga til sermerktu uppgávuna. Vit arbeiða við uppgávum, sum spenna breitt yvir ynskir, bygningsbólkar, geografi, skala og kompleksitet.
Okkara veitingar spenna yvir alla byggitilgongdina, frá fyrsta hugskotsfundi til byggistýring og eftirlit.

Les meira um okkara pakkaloysnir, tilgongd, prísir og okkara veitingar.

ARKITEKTA RÁÐGEVING TIL ØLL ENDAMÁL

Hóast okkara grundveiting er at teknað og visualiserða, so er tann undirliggjandi visión; at vit hjálpa okkara kundum við at gera teirra dreymar til veruleika. Okkara arbeiði spennur vítt – vit arbeiða við bæði stórum og smáðum projektum innavfyri fylgjandi umráðir:

  • Nýbygging
  • Renovering
  • Tilbygning
  • Summarhús
  • Vinnubygningar
  • Kultur

PAKKAR


Her eru nøkur prísdømir uppá okkara veitingar. Prísirnir kunna varierða alt eftir serligum ynskjum ella tørvi.
Tak enduliga samband við okkum um tit hava spurningar, og fá eitt tilboð uttan binding uppá okkara ráðgeving.


Um byggingin er í Føroyum verður eingin mvg (25%) lagdur omaná upplýstu prísir á pakkaloysnum, avtíð at ráðgevingin verður veitt frá Danmark.

Pakkar

Prísir

Hugskots fundur

Skitsuuppskot

2 stk Revisiónsfundir

Mynduleikatekningar

Orkurammuútrokning

Detaljutekningar

Tilfarð- og nøgdarlisti

Lýsing av bygging

Útboð og tilboð

Skitsuuppskot

30.000 DKK

Byggiloyvi

55.000 DKK

Populert

Høvuðsprojekt

85.000 DKK

HUGSKOTS FUNDUR

Tað er her at tykkara dreymar byrja at fáa skap. Tit hava gjørt tykkum nógvar tankar um hvussu tykkara dreymar skula sýggja út, men tit hava ringt við visualiserða tað fyri tykkum. Nú byrjar ein spennandi tilgongd!

Áðrenn fyrsta fundin setur arkitekturin seg inn í forholdini á grundstykkinum og serstøku samtyktina fyri øki.
Á fundinum lýsa tit tykkara tørv og ynskjir, stíl og raðfestingar. Vit gjøgnumganga myndir av øðrum húsum og tosa um inspiratión og tilfarð. Tit siga frá um tykkara raðfestingar, sum t.d. ekstra stór barnakømur, stóran køk, sum tit ynskja skal verða tikið hædd fyri.

Saman vurderða vit um tykkara ynskjir eru realistisk ift. tykkara fíggjarætlan og støddin á byggjaríði.
Arkitketurin ráðgevur til hetta, fyri at fáa besta útgangsstøði til skitsuuppskoti.

SKITSUUPPSKOT

Tá útgangsstøði er komin uppá pláss, ger arkitekturin eitt skitsuuppskot av tykkara húsi. Saman við planteknigum og frammsíðum verða rúmligar visualiseringar av skitsuuppskotinum gjørdar, bæði innan og uttan, fyri at fáa eina betri fatan av rúmunum og fyri at sýggja heildina.

Vit ráða yvir tey mest modernaðu forrit innan arkitekta virksemi og gera tí skitsuuppskot í 3D formati, so tit veruligani kunna ímynda tykkum hvussu húsið fer at sýggja út.
Skitsuuppskoti verður presenterða antin við einum fysiskum fundi ella á einum online fundi.

Undir punktinum ‘Projektir’ er møguligt at sýggja okkara útvaldu projektir og fáa inspiratión til tykkara frammtíðar bygging.

Sí okkara útvaldu projektir ⟶


Skitsuuppskot:

1. 3D visualiseringar
2. Støðumynd
3. Plantekningar
4. Frammsíður
5. Tvørskurður – prinsipp

REVISIÓNSFUNDUR

Eftir at skitsuuppskoti er frammlagt kunna tit brúka ta tí tit hava tørv á – fyri at hyggja uppskoti væl ígjøgnum. Tað er ein stór avgerð tit skula takað og tí skula tit føla tykkum heilt trygg. Á revisiónfundinum kunna tit koma aftur við viðmerkingum til skitsuuppskoti. Ein revisión eru broytingar, sum t.d. at býta rúm um og flyta veggir osv. – men sum ikki broytur útgangsstøði, sum lýst frá hugskots fundinum.

Pakkaloysnirnar ‘Byggiloyvi’ og ‘Høvuðsprojekt’ innihalda upp til tveir revisiónsfundir, men um tit hava brúk fyri fleiri, kunna fleiri tilkeypast. Tað er eisini møguleiki fyri at broyta útgangsstøði og fáa eitt nýtt skitsuuppskot eftir avtalu.

Tað sum er mest umráðandi í síðsta enda er at tit føla tykkum heilt trygg í, hvussu tykkara dreymur skal sýggja út.

MYNDULEIKATEKNINGAR

Tá síðstu broytingar eru komnar uppá pláss – ger arkitekturin endaligu tekningar til byggiloyvi og hevur samskiftið við kommununa ift broytingar, manglandi upplýsingar o.a. Samstundis koordinerðar arkitekturin projekti við aðrar ráðgevarar, um neyðugt.


Mynduleikatekningar:

1. Støðumynd
2. Plantekningar
3. Frammsíður
4. Tvørskurður – prinsipp
5. Kloaktekning

EYÐKA ÚTREIÐSLUR

Um brúk er fyri eksternum ráðgeving, er hetta ein eyðka veiting. Íroknað tilboðið er samskiftið og veiting av neyðugu upplýsingum til ráðgevarar.

Í teknistovuni situr eisini ein dugnaligur byggifrøðingur, sum kann ráðgeva um sjálva byggitilgongd, um tað er tørvur á meira tekniskum útrokningum og sertekningum.

DETALJU TEKNINGAR

Arkitekturin evnar neyðugar detalju tekningar, sum geva yvirlit yvir projekti. Tekningar eru tillagaðar eftir projekt ætlanuni og útgerð seinni grundarlag til innheintan av tilboði frá arbeiðstakara. Tað verður ikki gjørt arbeiðstekningar. Hetta stigi er umráðandi í einari tilgongd fyri at minimerða feilir í projektinum.

TILFARÐ- OG NØGDARLISTI

Fyri at tryggja best møguligan prís á byggjaríði, evnar arkitekturin ein lista yvir byggitilfarð, sum skula brúkast til byggingina. Hetta gevur eitt gott grundarlag fyri tilboð frá arbeiðstakarum.

ÚTBOÐ OG TILBOÐ

At byggja nýtt er dýrt og ofta tann dýrasta investering ein ger. Tí er tað umráðandi at gjøgnumhugsað loysnir, sum eisini frammtíðar tryggjar húsið. Í hesari umfatandi og tíðarkrevjandi tilgongd, fylgjur og vegleiður arkitekturin ígjøgnum alla tilgongdina. Arkitekturin sendur projekti í útboð, hvar ið tey innkomnu tilboð verða samanborin og tann mest egnaði arbeiðstakarin verður funnin. Sjálvt um arbeiðstakarin gevur tilboð út frá teimum somu tekningum og frágreiðingum, so vil tað verða neyðugt at gjøgnumganga og samanberða tey innkomnu tilboð fyri at meta um tey innihalda óklár fyrivarni ella ósamsvar ímillum projekttilfarðið og innkomnu tilboð. Arkitekturin evnar eitt uppskot til arbeiðstakarasáttmála og hjálpir við samráðingum í einum rímuligum umfangi.

SAMBAND

Set teg í samband við okkum við spurningum, tilboð uppá arkitekt ráðgeving og veitingar ella einum ókeypis fundi, uttan binding.
Les meira um teknistovuna ⟶
Havard Olsen Architecture ApS
Toldbodgade 4, st, 1253 København K
[email protected]
+45 71 75 73 67