Tilgongd

YVIRLIT YVIR TILGONGD

Øll byggjarí, stór sum smá, krevja planleggjing og stýring í einari tilgongd. Niðanfyri kannst tú stutt lesa um tær ymisku fasur og fáa eitt yvirlit yvir eina tilgongd innan bygging og hvat arkitekt ráðgevingin inniheldur.

1. HUGSKOTS FUNDUR

Áðrenn hugskots fundin burdi tú sum byggiharri funni útav tínum tørvi og greina tín búðskaparligan karm fyri byggiætlanuna. Í samband við búðskapin er tað umráðandi altíð at avseta ein lítlan tiltakspening (uml. 15 %) til  óvæntaðan kostnað, tá næstan øll byggiprojektir eru í váða fyri ein øktan kostnað grundað á viðurskifti, sum eru ómøgulig at spáa ella viðurskifti sum standast undir byggjitíðuni. Við hugskots fundin fær tú tosa um tíni ynskjir og tørv og arkitekturin metur um potentiali og arkitektoniskar møguleikar í tínum projekti. Tað er týdningarmiki at tosa saman og stemma av um ynskjini eru veruleikakend í samband við búðskap, krøv og tíðarætlan, ella um tað skal justerast ynskjir, krøv og tørv.

2. SKITSUUPPSKOT

Í skitsu fasuni ger arkitekturin eina skitsu av loysn uppskotinum grundað á hugskots fundin.
Skitsu uppskoti gevur eitt yvirblikk av projektinum – bæði í útsjónd og umfang og er innleiðandi uppskotið til byggjiprojekti.
Tað kann ikki søkja um byggjiloyvi ella byggjast útfrá skitsu uppskotinum.

Tú kannst finnað inspiratión úr okkara útvaldu projektum við at trýsta á niðanfyristandandi leinkju:

Sí okkara útvaldu projektir ⟶

3. BYGGILOYVI

Mynduleikprojekti er eitt víðari arbeið av einum góðkendum skitsu uppskoti í einum umfangi, sum leggur grundarlag fyri einari umsøkn til byggiloyvi. Mynduleikaprojekti inniheldur eina frágreiðing av endaliga projektinum í samband við mynduleikakrøv, herundir eina frágreiðing av sniðið, byggiætlan, konstruktiónsval, orkurammu, bruna, tilfarðsval v.m. Tað kann ikki byggjast eftir byggiloyvini.

4. HØVUÐSPROJEKT

Arkitekturin evnar neyðugar detalju tekningar, sum geva yvirlit yvir projekti. Tekningar eru tillagaðar eftir projekt ætlanuni og útgerð seinni grundarlag til innheintan av tilboði frá arbeiðstakara. Tað verður ikki gjørt arbeiðstekningar. Hetta stigi er umráðandi í einari tilgongd fyri at minimerða feilir í projektinum.

5. ÚTBOÐ OG TILBOÐ

Arkitekturin sendur projekti í útboð, síðan verða tey innkomnu tilboð samanborin og tann egnaði arbeiðstakarin verður funnin. Tað er arbeiðstakarin sum príssetur útinnan av projektinum, og arkitekturin hevur ikki ábyrgd fyri búðskapinum ella útboðsúrslitinum.
Sjálvt um arbeiðstakarin gevur tilboð út frá teimum somu tekningum og frágreiðingum, so vil tað verða neyðugt at gjøgnumganga og samanberða tey innkomnu tilboð fyri at meta um tey innihalda óklár fyrivarni ella ósamsvar ímillum projekttilfarðið og innkomnu tilboð. Í nógvum førum er tað neyðugt við samráðingum við arbeiðstakaran og tillagingum av tilboði. Arkitekturin evnar eitt uppskot til arbeiðstakarasáttmála og hjálpir við samráðingum í einum rímuligum umfangi. Arkitekturin veitur bert tekniska ráðgeving og ikki løgfrøðiliga ráðgeving í tilgongdini.

6. BYGGING

Í byggi fasuni kann arkitekturin eftir avtalu útpeikast sum byggileiðari og/ella fakeftirlit, meðan byggjaríði stendur á.
Ein byggileiðari umboðar byggiharran yvirfyri arbeiðstakaran við atlit til arbeiðs- fyrireiking og útinnan. Byggileiðara ábyrgdin er serlig veitan og skal avtalast ímillum partarnar.
Fakeftirlitið tekur lut í byggifundum og stendur fyri tí gøðsku og nøgdarliga stýring á byggiplássinum í form av stikkprøvuvíst eftirlit. Umfang og talið av fakeftirliti og byggifundum skal avtalast ítøkjuligt. Talið av fakeftirlitið og fundum vera treyta av tí ítøkjuligu avtalu, projekt stødd, slag og kompleksitet.

__________
Ydelsesbeskrivelse for arkitektrådgivning i Forbrugeraftaler. (2019). 1st ed. [pdf] København: Danske arkitektvirksomheder, pp.1-6. Available at: https://www.danskeark.dk/content/Aftale_med_forbruger [Accessed 14 Aug. 2019].Umsett av Hávarður Olsen. Keypmannahavn:Havard Olsen Architecture ApS.

SAMBAND

Set teg í samband við okkum við spurningum, tilboð uppá arkitekt ráðgeving og veitingar ella einum ókeypis fundi, uttan binding.
Les meira um teknistovuna ⟶
Havard Olsen Architecture ApS
Toldbodgade 4, st, 1253 København K
[email protected]
+45 71 75 73 67